Innanlands

Blái Krossur Føroya samlar virksemi í Saltangará

Hevur keypt stóran bygning og selt ogn í høvuðsstaðnum

(Mynd: blakross.fo)

(Mynd: blakross.fo)

2020-02-01 16:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Felagsskapurin Blái Krossur, ið er ein kristin hjálpar- og fráhaldsfelagsskapur, hevur ognað sær ein bygning á Saltangará, sum sum ger, at alt virksemi í økinum kann savnast á einum stað.

Talan er um fýra ymisk leigumál, sum nú verða savnað, skrivar Blái Krossur á heimasíðu síni. 

Bygningurin, sum stendur við høvuðsvegin í Saltangará, er 810 fermetrar í trimum hæddum.

Pláss verður fyri bæði Endurnýtsluni og Blákrossbúðini, umframt skrivstovuni og samtalurúmi til fyribyrgingina.

Fyri at kunna lyfta hesa stóru uppgávu hevur Blái Krossur Føroya m.a. fingið góðan stuðul frá Betri Stuðulsgrunninum á 700.000 krónur, umframt stuðul frá øðrum privatum stuðlum. Felagsskapurin hevur eisini selt fasta ogn í Tórshavn, sum partvís gongur inn í keypið.

Hetta inniber, at Blái Krossur Føroya framyvir kemur at gjalda minni í høliskostnaði, enn gjørt verður í dag.

Ætlanin er, at bygningurin verður tikin í nýtslu í mars 2020, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari, við blakross.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder