Innanlands

Blákollan á Oyri høvuðsumvæld

Gigni og Økispsykiatriin halda eisini til í bygninginum

(Mynd: Sunda kommuna)

(Mynd: Sunda kommuna)

2019-12-23 14:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunda kommuna boðar frá, at høvuðsumvælingin, sum umsjónarmenn hjá kommununi seinastu tíðina hava framt, nú er liðug.

Talan er um bygningin á Oyri, har dagtilhaldið Blákollan, Gigni og Økispsykiatriin halda til, og arbeitt hevur verið m.a verið við at klæða, bjálva og skift vindeygu. Suðursíðan, framsíðan, altanin og annað er gjørt í stand. Ætlanin er eisini at skifta takið og gera ovaru síðu av bygninginum.

Kommunan fegnast um, at eldru borgararnir, Heilsusysturin og Økispsykiatriin nú hava fingið munandi betri hølisviðurskifti at húsast í.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder