Hóast Jólini eru gleðishátíð hjá teimum flestu, eru eisini tey, sum ræðast jólini. Nógvar familjur eru eitt nú merktar av rúsdrekkatrupuleikum, og tað kann oyðileggja jólini. Jütta Olsen, sum er leiðari á Blákrossheiminum sigur, at tey hava ongin tøk pláss á heiminum beint nú.
- Onkur er farin heim at halda jól, men kemur aftur aftaná jólini. Men tað er eisini onkur, sum er komin áðrenn jólini og ynskir at halda jól á heiminum, greiðir hon frá. Tað eru 12 pláss á heiminum, og Jütta Olsen sigur, at tað serliga eru fólk í aldrinum frá 30 til 50 ár, sum búgva á heiminum.
- Hagtølini siga, at tann aldursbólkurin er serliga raktur, men fólk úr øllum bólkum eru í viðgerð á heiminum, sigur hon.
Blákrossheimið veitir bæði stutt- og langtíðarviðgerð, og leiðarin sigur, at talan er um viðgerð til bæði fólk við rúsevnis- og rúsdrekkatrupulleikum.
- Í Føroyum er eisini nógv av blandingsmisnýtslu. Tað er tá fólk taka rúsevni, men eisini rúsdrekka um ongin rúsevni eru at fáa fatur á, greiðir leiðarin á heiminum frá.
Vísa fólki til skaðastovuna
At heimið er fult merkir, at Blákrossheimið ikki kann taka fleiri inn nú. Men Jütta Olsen sigur, at tey tó kunnu veita okkurt tilboð, um fólk ringja.
- Vit kunnu bjóða eina samrøðu og veita ráðgeving, men um talan veruliga er um bráðfeingistørv, kunnu vit vísa til skaðastovuna, sigur leiðarin á Blákrossheiminum. Hon greiðir frá, at nógv verður gjørt fyri at tað skal vera hugnaligt á heiminum um jólini.
- Vit royna at gera tað hugnaligt hjá teimum, sum ynskja at vera á heiminum, og eg haldi teimum dámar tað væl, sigur hon umvegis telefonina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald