Innanlands

Blásari úr Klaksvík skuldi til

Útsúgvingin í Kollafjarðartunlinum riggar ikki sum hon skal. Tað, saman við stilla veðrinum, var orsøkin til, at tunnilin varð stongdur eina løtu seinnapartin

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2023-03-12 18:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í einum strekki upp á 400 metrar frá tunnilsmunnanum kollafjarðarmegin og inn, var nógvur oljuluktur og vánaligt sýni í Kollafjarðartunlinum.

Tí var tunnilin stongdur eina løtu seinnapartin. Útsúgvingin riggar ikki, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, við útvarpið.

- Vit máttu fáa ein blásara frá sløkkiliðnum í Klaksvík til at blása alt ígjøgnum, so koyrast kundi aftur, sigur hann.

Ein gravmaskina er farin í gjøgnum, og tað er helst tað sum er orsøkin til at so nógv gass og luktur var. Stilt er í veðrinum, og tí mátti ein blásari til.

Økisleiðarin veit ikki nær útsúgvingin fer at rigga aftur. Tað er ein leiðslu og pengaspurningur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder