Fríggjakvøldið 12.apríl verður tað tónleikabólkurin Blátt Gras úr Vágum, sum hevur konsert í Spaniastovu
Blátt Gras er ein tónleikabólkur, sum hevur verið nógv at hoyrt í føroysku útvarpsrásunum við løgum sum “We are travelling”, “Sangur”, og “Tokið”.
Í 2015 vann lagið “There is room at the table” FMA tónleikavirðisløn sum Ársins sangur innan fólka-, country- og blues tónleik.
Eyðkendi stílurin hjá bólkinum er ávirkaður av “bluegrass”, sum er tónleikur, íð upprunaliga kemur úr amerikansku suðurstatunum. Serliga er tað akkustiska ljóðmyndin og harmoni’irnar við fleiri røddum.
Teirra framførslur eru ofta lættar og merktar av spæligleði.
Bólkurin hevur givið tvær fløgur út. Fyrra kom út á heysti 2014 og kallast “Ávegis”. Hin seinna kom út á heysti 2018 og kallast “Framvegis”.
Teir, íð manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terji Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald