Magni Husgaard er virkin sum tónasmiður. Vit kenna hann sum mannin við tangentarnar í so mongum høpi, hvørt tað er til rockkonsert, dans ella kirkjugongd.
Hann var á sinni kendur úr bólkinum Aria, og hevur so mangan verið í bólkinum aftanfyri, tá solistar framføra. Fjøllboyttur er hann, hevur skrivað lættari tónleik, og nú letur hann klassisk løg úr hondum.
Nýggja lagið hjá Magna Husgaard eitur “Blessed”, og er fyrsta lag á eini komandi útgávu við seks klassiskum guitarløgum. Útgávan kemur ætlandi út um ársskiftið.
Lagið er upptikið í Studio Corona. Ólavur Jakobsen spælir, og Pól Jakobsen tók upp. Leif Hasselberg mastraði og Robert Waagstein stóð fyri videoupptøkunum.
Við lagnum fylgir hetta brotið: “Blessed are the merciful, for they will receive mercy...”
Magni Husgaard arbeiðir í løtuni við ætlaðu útgávuni, og ætlanin er eisini at geva útgávuna út sum nótabók, ið er ætlað næmingum í musikkskúlanum, ið eru kominir nakað á fram á leið, og næmingum á musikkskúlanámi.
Magni Husgaard og Ólavur Jakobsen eru í samstarvi um verkætlanina.
Magni Husgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald