Innanlands

BLF átalar handfaringina av ætlaðu bygnaðarbroytingunum á Umhvørvisstovuni

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya heitir á Umhvørvisstovuna um at halda starvsfólkapolitikk landsins og sáttmálarnar á arbeiðsmarknaðinum

2019-06-26 13:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Við hesum fer BLF at átala handfaringina av ætlaðu bygnaðarbroytingunum á Umhvørvisstovuni.

BLF heitti á leiðsluna á Umhvørvisstovuni um at fylgja starvsfólkapolitikki landsins longu áðrenn endaliga avgerðin varð tikin um at fremja bygnaðarbroytingarnar.

Eins og Starvsmannafelagið og Fakfelagssamstarvið fer BLF við hesum enn einaferð at heita á Umhvørvisstovuna um at fylgja starvsfólkapolitikki landsins og at halda sáttmálaskyldurnar á almenna arbeiðsmarknaðinum í sambandi við ætlaðu bygnaðarbroytingarnar.

- Nevndin í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder