Innanlands

Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirksemið hjá Posta

Yvirtøkan styrkir virksemið hjá Blue Water í Norðuratlantshavi og tryggjar framhald fyri viðskiftafólk og starvsfólk.

Frá vinstru: Ole Gantzhorn Pedersen - Country Manager, Posta; Edvard S. Remberg - CEO, Posta; Jan Dam Poulsen - Regional Senior Vice President, Transport & Logistics, Nordics, Blue Water; Dennis Sigtenborg Bruun - Head of Business Development, North Atlantic, Blue Water; og Kenneth Skovbjerg Pedersen - Director, North Atlantic, Blue Water

Frá vinstru: Ole Gantzhorn Pedersen - Country Manager, Posta; Edvard S. Remberg - CEO, Posta; Jan Dam Poulsen - Regional Senior Vice President, Transport & Logistics, Nordics, Blue Water; Dennis Sigtenborg Bruun - Head of Business Development, North Atlantic, Blue Water; og Kenneth Skovbjerg Pedersen - Director, North Atlantic, Blue Water

2026-01-16 09:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Blue Water Shipping boðar í dag frá, at felagið yvirtekur fraktvirksemið hjá Posta í Føroyum og Danmark frá 1. februar 2026. Dentur verður lagdur á eitt smidligt skifti við óbroyttari tænastu til viðskiftafólk og samstarvi við Smyril Line.

Við yvirtøkuni styrkir Blue Water sítt virksemi í Norðuratlantshavi og betrar um tænastuna til viðskiftafólk, sum hava tørv á samanhangandi flutningsloysnum millum Danmark, Føroyar og útheimin. Viðskiftafólk fáa atgongd til altjóða netverkið, talgildar loysnir og tænasturnar hjá Blue Water innan sjó- og flogfrakt, flutning á landi umframt goymsluloysnir.

Les eisini: Posta gevst við at flyta frakt millum Føroyar og útheimin

Smidligt skifti fyri viðskiftafólk og starvsfólk
Allar verandi avtalur og tænastur halda fram óbroyttar aftaná 1. februar 2026, og starvsfólkini, sum eru fevnd av broytingini, halda fram hjá Blue Water. Dentur verður lagdur á, at tað fer fram so smidligt sum gjørligt.

– Tað týdningarmesta hjá okkum er, at viðskiftafólk og starvsfólk fáa eitt trygt og gott skifti til okkum. Vit leggja dent á, at tænasta og avtalur halda óbroyttar fram. Vit gleða okkum til at bjóða nýggjum starvsfólkum vælkomnum hjá Blue Water, sigur Jan Dam Poulsen, Regional Senior Vice President, Transport & Logistics, Nordics, Blue Water Shipping.

– Vit eru glað fyri, at okkara fraktvirksemi heldur fram í royndum hondum hjá Blue Water. Vit síggja tað sum eina góða og smidliga loysn fyri viðskiftafólk og starvsfólk, sigur Edvard S. Remberg, stjóri í Posta.

Partur av langtíðarmenningarætlanini
Fraktvirksemið er partur av langtíðarmenningarætlanini hjá Blue Water í Norðuratlantshøvum:

– Vit styrkja grundarlagið fyri at kunna veita viðskiftafólkum góðar flutningstænastur millum Danmark og Føroyar við hjáveru á staðnum og altjóða sambandi, sigur Kenneth Skovbjerg Pedersen, Director, North Atlantic, Blue Water Shipping.

Kenneth Skovbjerg Pedersen hevur ábyrgdina fyri North Atlantic virksemið hjá Blue Water, herundir Føroyar, Grønland og Ísland.

Praktisk kunning til viðskiftafólk

  • Ongin steðgur í tænastuni, sum heldur fram sum higartil.
  • Blue Water setur seg í samband við kundar um sambandshættir, freistir og møguligar praktiskar broytingar.
  • Rokningar og annað verður tillagað so hvørt, og viðskiftafólk fáa beinleiðis boð.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder