Hetta vikuskiftið verður árligi bluesfestivalurin Blues Perlan aftur á skránni í Blábarr og Reinsarínum í Havn. Og mr. Blues í Føroyum, Uni Debess, er millum nøvnini, ið framføra.
Blues Perlan er seinastu árini vaksin til at vera eitt hæddarpunkt fyri allar føroyingar, ið elska blues, og framførslurnar hjá Una eru altíð minniligar.
Uni hevur givið út 11 útgávur seinastu 15 árini sum einstaklingur og í bólkum. Í ár leggur Uni fyri leygarkvøldið við sínum gittara og sangi, og sprenfullari skjáttu av góðum løgum.
Aftaná Una spæla Lothar / Nande, áðrenn Uni aftur fer á palin í Reinsarínum, hesaferð saman við Edvard Nyholm Debess í Debess Blues Station.
Lothar / Nande
Tim Lothar & Peter Nande eru útlendska íkastið á Blues Perluni í ár. Teirra framførsla verður lýst sum skemtilig søgusigan og meistarligt blues, spælt við hjarta og hegni.
Tónleikaliga leiðin hjá Tim Lothar er ein rannsóknarferð í bygdablues úr Mississippi og Piedmont. Hann syngur, spælir gittar og resonator gittar, meðan hann spælir trummur og hi-hat við fótunum. Serliga er hása røddin hjá Lothar eyðkend.
Peter Nande hevur somuleiðis eitt hjarta, ið bukar fyri country blues, men hann gevur eisini framførsluni eitt lívligt bland av prewar, »juke joint«, blues og boogie.
Nande er sangari, ið kemur út um pallkantin, og spælir væl á munnharpuna, í hesum bólkinum spælir hann eisini á gýðingarharpu, jug, skeiðir, vaskibaljubass og ásláttur.
Hesir báðir úrmælingarnir settir saman er eitt sannførandi bland av bluesi, við einum løttum dámi. Hetta er stuttligt, hjartaligt og fult a spæligleði, skemti, improvisatión og meistarligum hegni.
Debess Blues Station við gestum
Teir báðir Uni Debess og Edvard Nyholm Debess manna bólkin Debess Blues Station, bólkurin hevur givið eina fløgu og eina DVD út, hetta er blues við hjarta og virðing fyri blues siðvenju.
Men hetta er eisini ein kemisk prosess, har tónlistarliga kemiin millum hesar báðar gevur eitt úrslit, ið er sterkari enn summurin av teimum. Gittarspælið og røddin hjá Una og bassurin og røddin hjá Edvardi skapa eina ljóðmynd, ið ger, at tú ikki ivast í, at tú ert komin á bluestøðina.
Hetta kvøldið eru Hanus Johansen, Kim Hansen og Guðrun Sólja Jacobsen boðin inn á bluesstøðina, hvør í sínum lagið eru hesi trý millum okkara bestu og mest markantu songrøddir, saman við røddunum hjá Edvardi og Una, eru fimm ymiskar songrøddir á støðini hetta kvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald