Fyrsta BluesPerlan í 2014, var fyriskipað fyri at heiðra bluestónleikinum í Føroyum, og longu frá fyrstu ferð var stórur áhugi fyri hesum tiltaki og fyrireikararnir, Uni Debess og Edvard Nyholm Debess settu sær fyri at halda fram við hesum árliga bluestiltaki, sum nú verður fyri áttindu ferð.
BluesPerlan byrjaði í Perluni í Tórsgøtu í Havn (harav navnið), og tá tiltakið síðani flutti inn í Reinsaríið, valdu fyrireikararnir at taka navnið við - tí hetta er blivið ein perla í føroyskum bluestónleiki.
Gjøgnum árini hevur dentur verið lagdur á at hava eina fjølbroytta skrá við bæði nýggjum, góðum gomlum og útlendskum. Hetta seinasta hevur ikki borið til hvørki í ár ella í fjør, tá BluesPerlan var stroymd á alnótini.
Men í ár verður BluesPerlan aftur sum konsert. Hon verður leygarkvøldið 10. apríl klokkan 21 í Reinsarínum, boða fyrireikarar frá í tíðindaskrivi.
Tríggir av limunum í navnframa Froðbiar Sóknar Blues Orkestri hava nú tikið seg saman í Froðbiar Blues Orkestur. Við Kristian Holbæk á odda koma teir nú við teirra swingandi bluesútsetingum, og ikki minst nú eisini við unga Óla á guitar - gott gamalt við nýggjum íblástri.
Sigmund V. P. Zachariassen gjørdi fyrstu ferð um seg á føroyska bluespallinum í 2013 við útgávuni Seven Sheep Farm Blues. Sigmund hevur síðani sligið sítt navn fast í ymiskum tónleikahøpum, og ikki minst seinast í duo’ini Kóboykex. Sigmund framførir við sínum bólki, og spennandi verður at síggja og hoyra, hvat hesir bluesgarparnir koma við.
Uni Debess og Edvard Nyholm Debess hava í vár ferðast runt í Føroyum við tónleikinum á útgávuni Debess Blues Station. Á BluesPerluni koma teir við nýggjari skrá, sum er eitt bland av løgum av fimm ymiskum útgávum. Við sær hetta kvøld hava teir trummuspælaran James Philip Goodwin, sum í nøkur hevur búð og virkað í Føroyum.
Alt í alt ein forkunnug skrá, sum borgar fyri einum fjølbroyttum upplivilsi í blueslandi hetta leygarkvøldið, skriva fyrireikarnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald