Innanlands

Boð eftir bjargingartyrluni í morgun

Tríggir mans á kajakkum vóru komnir illa fyri við Drangarnar í Vágum, og ein teirra endaði á sjónum

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen (Faroephoto)

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen (Faroephoto)

2019-06-15 13:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun vórðu boð send eftir bjargingartyrluni, tá ein maður endaði á sjónum við Drangarnar í Vágum.

Tað vóru tríggir mans, sum vóru farnir út í kajakkum, og sum komu illa fyri í harða streyminum.

Teir vórðu tiknir av streyminum, og kajakkin hjá einum teirra holvdist, og tí endaði hesin maðurin á sjónum.

Hinir báðir ringdu til løgregluna eftir hjálp beint fyri klokkan ellivu, og løgreglan sendi síðani boð eftir bjargingartyrluni.

MRCC sigur við VP, at tyrlan hevði eina venjing í Miðvági, og sostatt bar til hjá tyrluni at koma á staðið við fullari manning bert 7-8 minuttir seinni at heinta neyðstadda mannin.

Hinir báðir menninir fingu bjargað sær upp á land á Tindhólmi, og har bíðaðu teir, til bjargingarbáturin Sverri kom eftir teimum.

Allir tríggir sluppu teir frá hendingini í øllum góðum, og hava teir tað eftir umstøðunum gott. Í øllum førum tveir teirra eru norðmenn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder