Í gjárkvøldið fekk MRCC fráboðan um, at ein bátur, sum var staddur út fyri Nólsoy, hevði fingið maskinbrek og hevði tørv á sleipi.
Vaktarskipið Brimil varð boðsent, og báturin hjá Brimli, Nósi, sleipaði hann til lands, skrivar Vørn.
Fráboðanin kom nakað eftir klokkan hálvgum níggju, og um tíggju-tíðina kom Nósi á Havnina við bátinum.
Fríggjadag seinnapart, stutt fyri klokkan trý, vóru eisini boð eftir bjargingarbáti, tá ein útlendskur seglbátur hevði siglt upp á turt sunnanfyri Brúnna um Streymin.
Seglbáturin bað um hjálp, og Rescue Vón varð boðsendur, men ein lokalur útróðrarbátur hálaði hann leysan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald