2019-02-04 19:34
Í dag var bjargingarbáturin Sverri boðsendur at sleipa ein útróðrarbát, sum hevði trupulleikar við gearinum. Báturin var staddur 4 fj. vestur úr Trøllhøvdi.
Tað var klokkan 11.39, at MRCC fekk boðini, og klokkan 12.40 var Sverri á staðnum, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Klokkan 14.45 boðaði Sverri frá, at teir høvdu sleipað bátin til Skopunar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald