2019-02-09 16:00
Í gjár klokkan 17.10 fekk MRCC boð um, at ein útróðrarbátur hevði trupulleikar við motorinum.
Tað var ein maður umborð á bátinum, sum var staddur nær við Hoyvíkshólm, sum bað um hjálp. Motorurin bleiv við at steðga upp, og tí helt hann seg ikki vera føran fyri at sigla heim aftur.
Tí vóru boð send eftir Tjaldrinum, og beint eftir klokkan 18 varð boðað frá, at Tjaldrið hevði fingið útróðrarbátin inn á Argir, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald