Innanlands

Boð eftir Vón í gjár: Maður endaði á sjúkrahúsinum

Bátur var steðgaður upp 1 fj. úr Saksun, og maðurin umborð var dottin og hevði fingið snudd í ryggin

Savnsmynd (Jn.fo)

Savnsmynd (Jn.fo)

2019-03-16 16:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan var uml. hálvgum sjey, tá MRCC fekk boð um, at ein bátur var uppsteðgaður ein fj. úr Saksun.

Boð vóru send eftir bjargingarbátinum Vón, sum fór avstað við fýra manns umborð.

Tað var tó ikki heilt lætt hjá Vón at finna bátin.

Bert ein maður var umborð, og eingin streymur var á bátinum, einasta ljósið hann hevði var ein lummalykt.

MRCC fekk bert samband við mannin eina ferð, av tí maðurin næstan ongan streym hevði á telefonini. Maðurin fekk boð um at blinka við lummalyktini, tá hann sá bjargingarbátin, og hann so gjørdi.

Fólkini umborð á bjargingarbátinum sóu ljósið frá lummalyktini, og funnu fram til bátin.

Vakthavandi á MRCC-støðini sigur, at tey eisini høvdu bjargingartyrluna á standby, um tað skuldi verið neyðugt, men júst sum tyrlan skuldi fara úr Vágum, fann Vón bátin.

Maðurin umborð á bátinum var eisini dottin og hevði fingið ein snudd í ryggin, tí máttu fólkini umborð á Vón hjálpa honum úr bátinum.

- Avgerð var tikin um at sleipa bátin til Vestmanna, og tá báturin kom í land, stóð sjúkrabilur klárur at koyra mannin á landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Maðurin hevur tað eftir umstøðunum gott, men støðan hevði væl kunnað verið nógv verri, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder