Innanlands

Boða frá kava og vátaslettingini næstu dagarnar

Hóast vit eru komin inn í mai mánað, sigur hann frá kava

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-05-02 22:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin verður bátasfestivalur á Toftum, og stórt tiltak “Ein dagur á grynnuni“ í Tórsgøtu í Havn. Ja, summarið nærkast veruliga, ella hvat?

Hóast vit eru komin inn í mai mánað, so boðar danska veðurstovan DMI frá kulda við kava og vátaslettingini næstu dagarnar.

Í nátt lovar DMI 10 til 15 metrar um sekundi av norði. Skýggjað við vátaslettingi ella kavaæli. Hitin verður millum frostmarkið og 4 stig.

Og kuldin heldur fram. Í morgin og um vikuskiftið verður vátaslettingur, kavi ella heglingur, tó at møguleiki eisini er fyri sól.

Sí annars veðrið á Portalinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder