Áhugin fyri veðrinum nýggjársaftan tá fýrverkið skal skjótast, og vit skulu inn í nýggja árið, er altíð stórur.
Og í ár boða forsagnirnar frá nógvum vindi, og meira enn áður skrivað. Tað sigur veðurmaðurin hjá Norðlýsinum, Hanus Kjølbro.
Hann sigur at lágtrýstið, sum avgerð hvussu veðrið verður, kemur nærri Føroyum enn áður hildið, og hetta fer at geva meira vind.
- Fyrrapartin er vindferðin úr 15 til 20 m/s úr útsynningi. Eitt regnumráði kemur framvið fyrrapartin, men á døgurða er tað farið framvið, og so er turt.
- Eitt sindur út á seinnapartin fer vindurin at veksa. Klokkan 17 eru 18 til 23 m/s – tó 20 til 25 m/s sunnanfjørðs. Hvirlurnar er sjálvandi væl harðari.
- Seint seinnapartin fer væntandi at regna, men um 17-18 tíðina fer ættin upp í ein útnyrðing.
- Eftir klokkan 20 fer vindurin at minka spakuliga. Á midnátt er vindferðin komin niður í 15 til 20 m/s norðanfjørðs og 18 til 23 m/s sunnanfjørðs, sigur Hanus Kjølbro, veðurmaður hjá Norðlýsinum.
Her er tó nógv, sum framvegis kann broytast, og tí ræður um at fylgja við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald