Innanlands

Boða frá nýggjársbáli

Klaksvíkar kommuna minnir á at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum og eisini at taka atlit til grannar

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2019-12-27 13:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan, minst so til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum.

Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni, sum er tøk her: Nýggjársbál 2019

Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústað.

Í sambandi við bálbrenning og brenning í smá­um heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.

Hetta er loyvt at brenna:

·       Reinur og turrur óviðgjørdur viður
·       Ólitað pappír og papp
·       Jóla­trø og annað grann 

Hetta er ikki loyvt at brenna:

·       Plast og gummi (t. d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
·       Viðgjørdur og málaður viður
·       Sagu­spønir og spønplátur
·       Húsarhaldsburturkast
·       Vandamikið burturkast (t. d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o. a.)
·       Klæðir, leður og annað
·       Mjólkarpakkar
·       Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder