2019-05-02 09:05
Um hálvgum tvey tíðina í nátt fekk løgreglan fráboðan um at eldur var at síggja á Strondum. Viðkomandi sum ringdi inn metti at onkur hevði sett eld á deyðagras, men eingin var at síggja hjá eldinum.
Talan var ikki um nakran stóran eld, men tá eldur er at síggja ringja fólk, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Løgreglan fekk fatur á persóni á staðnum, sum kundi fara og tryggja sær, at eldurin ikki spjaddi seg. Og alt spældi væl av, tí at løtu seinni ringdi hesin og segði, at eldurin var sløktur av sær sjálvum.
Har verður einki meir gjørt burturúr tí málinum, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald