Innanlands

Bodø skal avloysa á suðuroyarleiðini

Tvær ferjur skulu loysa Smyril av tá tveir hjálparmotorar skulu skiftast út í næstum

(Mynd: Shipspotting)

(Mynd: Shipspotting)

2023-06-09 20:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Strandferðslan hevur mælt landsstýrismanninum til, at bæði Herjólfur og norska ferjan, Bodø, fara at røkja suðuroyarleiðina tá Smyril skal skifta tveir hjálparmotorar í næstum.

Hetta veit útvarpið í kvøld.

Stjórin á Strandferðsluni sigur at samráðingar eru við reiðaríini sum eiga ferjurnar.

Herjólfur siglir longu frammanundan á suðuroyarleiðini, meðan Bodø siglir á Lofoten-leiðini. Bodø tekur 400 ferðafólk og 125 bilar.

Málið skal umrøðast á landsstýrisfundi í næstu viku, skrivar kvf.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder