At Pedagogfelagið í gjár kom við boðskapi um, at teirra limir skuldu hava vandaviðbót fyri at fara aftur til arbeiðis, nú dagstovnar lata uppaftur mánadagin, hevur elvt til nógv kjak á netinum.
Og nú bakkar fakfelagið eisini, men sigur, at neyðugt var at rópa varskó, fyri at fáa myndugleikarnar í tal og at skilja álvara.
- Vit í nevndini taka í egnan barm, og harmast um okkara útmeldingar í gjár. Hetta var í veruleikanum eitt neyðarróp vegna okkara limir, tí politiski myndugleikin ikki lurtar.
- Vit eru greið yvir, at námsfrøðingar, sum øll onnur mugu taka eitt eyka tak fyri samfelagið í hesum døgum, og tað gera okkara limir sanniliga eisini.
- Vit eru greið yvir at boðskapurin um vandaviðbót var óheppin, men hann bleiv settur fram, fyri at fáa myndugleikarnar í tal og at skilja álvaran, verður sagt í tíðindaskrivi.
- Tað er ein politisk og ikki ein heilsufrøðilig avgerð, tá Landsstýrið velur at lata dagtilboð undir Almannaverkinum, dagstovnar, frítíðarskúlar og skúlar upp til triðja flokk uppaftur 20. apríl. Hetta váttaði einasti smittuserfrøðingur í Føroyum, Shahin Gaini, eisini, sigur Pedagogfelagið.
Pedagogfelagið heitir inniliga á landsmyndugleikarnar og kommunurnar, um at gera eins og Klaksvíkar kommuna, at útseta upplatingina, so allir partar fáa møguleikan at arbeiða við ætlanunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald