Bogi Bech Jensen, rektari á Glasir, var opponentur, tá indiski granskarin Pranshu Upadhayay í gjár vardi doktararitgerð. Pranshu hevur granskað á Institut Polytechnique de Grenoble, sum er partur av Communauté Université Grenoble Alpes í Fraklandi, har doktaraverjan varð hildin.
Doktararitgerðin snýr seg serliga um endurnýtslu av permanentum magnetum í motorum til elbilar. Magnetirnar innihalda sjáldsamt (‘rare earth’) tilfar sum neodymium og dysprosium, sum EU ynskir at minka um nýtsluna av. Útvinning av neodymium og dysprosium er ikki umhvørvisvinarlig og prísirnir á ráevnunum hava sveiggjað nógv seinastu 15 árini.
Í ritgerðini roynir granskarin at koma við loysnum til, hvussu motorar kunnu sniðgevast, so tað er lætt at fáa fatur á magnetunum, tá motorurin hevur tænt fyri seg. Magnetirnar kunnu tá endurnýtast í nýggjum motorum - antin beinleiðis, við at magnetirnar verða endurmagnetiseraðar, ella óbeinleiðis, við at nýggjar magnetir verða framleiddar úr tilfarinum frá teimum endurnýttu.
Tveir opponentar vóru til doktaraverjuna: Noureddine Takorabet, professari, Université de Lorraine og Bogi Bech Jensen, professari, Fróðskaparsetur Føroya.
Verkætlanin er eitt Marie Curie Scholarship, fíggjað av EU Horizon 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald