Innanlands

Bogi Jacobsen heldur fram sum formaður Føroya Arbeiðsgevarafelags

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt aðalfund

2019-06-05 07:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Mánadagin 3. juni hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag ársaðalfund sín.

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Atli Gregersen, Bogi Jacobsen og Odd Eliasen. Bogi Jacobsen og Odd Eliasen vórðu afturvaldir, meðan Atli Gregersen ikki tók við afturvali. Í hansara stað varð Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, vald.

Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita sostatt Bogi Jacobsen,  Høgni Hansen, Kristoffur Laksá, Jón Sigurdsson, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen, Odd Eliasen, Árni Ellefsen og Jóhanna á Bergi. Nevndin hevur skipað seg við Boga Jacobsen sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni, skrivar Vinnuhúsið.

Á aðalfundinum legði Bogi Jacobsen fram ársfrágreiðing felagsins. Umframt at kunna um gongdina í ymsu vinnugreinunum setur Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðing síni hesuferð serliga ljós á:

  • at føroyski arbeiðsmarknaðurin er undir trýsti,
  • at tørvur er á eini dagføring av vinnupolitikkinum,
  • eina støðuga almenna ávirkan á føroyska búskapin.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder