2019-02-25 14:07
Í samband við at arbeitt verður kring vøllin við Djúpumýru, verður Bøgøta stongd frá mánadegnum 25. februar 2019 og til arbeiði er liðugt. Meðan arbeiði stendur uppá, verður bussleiðin umløgd og førd umvegis Uppsalagøtu, boðar Klaksvíkar kommuna frá.
Arbeitt hevur verið kring vøllin í eina tíð, og abeiðið, sum nú fer í gongd, er at leggja undirstøðið til nýggju ljósmastrarnar. Hetta er alt liður í arbeiðinum, sum skal tryggja, at økið rundan um vøllin verður nútímans gjørt, og somuleiðis góðkent til altjóða dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald