Í dag gevur heimskendi rithøvundurin handan Harry Potter-røðina út nýggja barnabók.
Nýggja bókin hjá J.K. Rowling, sum á føroyskum er nevnd "Jólagrísurin" ("The Christmas Pig" á upprunamálinum, red.) snýr seg um hvussu høgt eitt barn kann elska nakað, sum tað virðismetir mest av øllum – og hvussu langt tað vil fara at bjarga tí.
Myndprýðarin Jim Field hevur myndprýtt bókina.
"Jólagrísurin" verður m.a. lýst soleiðis:
– Jack er so góður við toyleikað hjá sær, Gísjaba. GB hevur altíð verið hjá honum, bæði í góðum og ringum. Til eitt jólaaftanskvøld, tá ið nakað ræðuligt hendir – GB hvørvur. Men jólaaftan er náttin fyri undurverk og tað tapta. Ein nátt, tá ið lutir vakna til lívs ... eisini leiku.
Bókin er til børn, sum eru umleið átta ár og eldri. Bókin er innbundin og er 318 síður. Tað er Bergur Rasmussen, ið hevur týtt bókina úr enskum, og Bókadeildin, sum gevur hana út í Føroyum.
"Jólagrísurin" er fyrsta skaldsøgan til børn, sum J.K. Rowling gevur út, síðan seinastaa bókin um Harry Potter kom út í 2007. Í fjør gav hon eisini út bókina "The Ickabog", eitt barnaævintýr, sum fyrst varð lagt út á netið til børn at lesa ókeypis, meðan tey vóru heima í sóttarhaldi. Seinni varð ævintýrið eisini givið út sum pappírsbók.
Stjórin á Bókadeild Føroya Lærarafelags, Niels Jákup Thomsen, sigur soleiðis um útgávuna av "Jólagrísinum":
– Vit á Bókadeildini gleðast um at vera partur av hesi spennandi útgávuætlan. Eins og Harry Potter-bøkurnar megnar bókin at viðgera veruleikan á gandakendan hátt og talar soleiðis beint til børn í øllum aldri.
Um rithøvundin
J.K. Rowling er best kend sum rithøvundurin, ið hevur skrivað bøkurnar um Harry Potter. Bøkurnar eru nú seldar í meira enn 500 milliónum eintøkum, eru týddar til eini 80 mál og gjørdar til átta stórfilmar. Hon hevur eisini skrivað filmshandrit til filmarnar um "Undursom djór og har tey eru" (Á enskum: "Fantastic Beasts and Where to Find Them"), umframt at hon hevur samstarvað um at skriva ein sjónleik um Harry Potter sum vaksnan: "Harry Potter og bannsetta barnið" (Harry Potter and the Cursed Child). Eisini hevur hon skrivað fleiri bøkur til vaksin. Fyrsta bók hennara til vaksin, "The Casual Vacancy" kom út í 2012, og síðani hevur hon skrivað fimm bøkur í krimirøðini um privatdetektivin Cormoran Strike undir navninum Robert Galbraith. J.K. Rowling hevur fingið nógvar heiðurslønir fyri verkini, hon hevur skrivað til børn og vaksin.
Um myndprýðaran
Jim Field er myndprýðari, sniðgevi og stjórnar teknmyndagerð. Hann hevur myndprýtt barnabøkur, ið eru seldar kring allan heim og hava vunnið nógvar virðislønir. Eitt nú "Oi Frog" og "The Lion Inside" og røðina "Rabbit and Bear", barnabøkur eftir David Baddiel, umframt sína egnu tvímálsligu myndabók "Monsieur Roscoe On Holiday".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald