Mentan

Bókadeildin skal hava nýggjan stjóra

Niels Jákup Thomsen fer í summar frá fyri aldur, og tískil søkir deildin nú eftir øðrum stjóra

Vágbingurin er útbúgvin lærari. Nú veråyr leitað eftir einum nýggjum persóni, sum millum annað skal vera við at mynda og menna útgávuvirksemið (Mynd: skulabladid.fo)

Vágbingurin er útbúgvin lærari. Nú veråyr leitað eftir einum nýggjum persóni, sum millum annað skal vera við at mynda og menna útgávuvirksemið (Mynd: skulabladid.fo)

2025-03-04 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Niels Jákup Thomsen hevur í drúgt áramál staðið á odda fyri Bólkadeild Føroya Lærarafelags, sum á ymsan hátt er við at fremja føroyskt mál og føroyska mentan.

Vágbingurin er útbúgvin lærari. Nú er hansara tíð sum stjóri á Bókadeildini við at koma at enda.

Heimasíðan hjá Skúlablaðnum skrivar í dag. at Niels Jákup Thomsen í summar fer frá vegna aldur.

Harvið verður nú leitað eftir einum nýggjum persóni, sum millum annað skal vera við at mynda og menna útgávuvirksemið.

Bókadeildin er forlag undir Føroya Lærarafelag, sum gevur út barna- og ungdómsbøkur, umframt barnabløðini STROK og Píka7 og Skúlablaðið. Forlagið hevur bókaklubba fyri børnum og ungum í øllum aldri. Á Bókadeildini eru 6 starvsfólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder