Vilt tú vera partur av eini góðari og viðkomandi innrás, og ikki longu hevur verið so heppin at hava leitað innar í størsta føroyska mentanarhúsið, so skal tú fara í Norðurlandahúsið í dag, har bøkur í alskyns litum og fjølbroyttum og viðkomandi innihaldi eru á skránni.
Myndir Jan Müller og Norðurlandahúsið
Tú kanst hitta javnaldrar, hoyra mongu rithøvundarnar siga sína søgu og annars vera partur av einum livandi og glaðum fólkahópi. Alt teimum ófatiliga mongu bókaverkunum, sum koma út á hvørjum ári, fyri at takka. Neyvan man nøkur einstøk tjóð í heimi fostra so mangar rithøvundar og harvið bøkur sum Føroyar. Og hetta er tað tú kanst uppliva í Norðurlandahúsinum í allan dag.
Skránna finnur tú á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, nlh.fo. Byrjað verður longu klokkan 12 við bókaframløguni “Føroysk bókmentasøga 2”, sum Turið Sigurðardóttir hevur skrivað. Malan Marnersdóttir fer at práta við hana.
Og longu klokkan 12.30 verður upplestur av barnabókini “Motorsúklan”, sum Richard H. Johansen hevur skrivað og Hans Niclasen myndprýtt.
Allan seinnapartin eru samrøður við rithøvundar eitt nú Marjun Kjelnes, Rakel Helmsdal og Kim Simonsen fyri bert at nevna økur. Ein sera spennandi og fjølbroytt skrá, har fyrireikararnir hava megnað sína uppgávu til fulnar. Eisini eru fleiri verkstovur á skránni.
Fyri tey, ið hava áhuga fyri bókmentum, og tey, sum sum kanska ikki hava nakað at taka sær til henda sunnudagin, er tað avgjørt eitt gott hugskot at leita sær niðan í Norðurlandahúsið, har matarstovan Systrar eisini ger sítt til at gera løtuna hugnaliga og góða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald