Í dag frá klokkan 15 til 19 hevur fjøllistamaðurin Heiðrikur á Heygum bæði bókaútgávu og listaframsýning í Williamsstovu í Havn
Nýggja bókin eftir Heiðriki á Heygum eitur “Gentan við gimsteinatárunum”.
Talan er um ein fábul við 16 ørindum og 16 málningum. Bókin er ætlað til vaksin, og snýr seg um menniskjanáttúruna, grammleika, materialismu og samfelagsskomm.
Søga og málningar eru eftir Heiðriki, og tillagað bókina hevur Sissal Kampmann.
Á framsýningini ber til at ogna sær bókina, og somuleiðis eru allir 16 máningarnir úr bókini til sølu. Einast 300 eintøk eru prentað av bókini – 200 føroysk og 100 ensk. Hvørt eintak er persónliga talmerkt og undirskrivað av Heiðriki. Bókin kostar 300 krónur.
Framsýningin í Williamsstovu, niðri undir Myndlist í Havn, hongur uppi til 8. desember. Opið er millum klokkan 15 og 19.
Hetta er onnur bókin eftir Heiðriki á Heygum. Fyrsta bókaútgávan hjá honum “Deyðin og moyggin” varð givin út í 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald