Landsstýriskvinnan í útbúgvingar- og granskingarmálum, Hanna Jensen, hevur fingið ein spildurnýggjan bókling um námsfrøðiligt arbeiði við fleirmæltum børnum.
Arbeiðsbólkurin, undir leiðslu av David Im, integratiónssamskipara á Útlendingastovuni, og Siri Tórgarð, integratiónssamskipara í Tórshavnar Kommunu, hevur verið á rannsóknarferð á einum integrasjónssentri í Noregi - og hevur síðani arbeitt víðari við at umseta góðu hugskotini og ráðini til føroysk viðurskifti.
- Vit kunnu ikki bara taka tað, sum onnur lond gera, og flyta tað beinleiðis yvir í føroysk viðurskifti, tí onnur lond hava í stóran mun flóttafólk – og tey hava stórar bólkar av tilflytarum, sum tosa somu mál. Tað hava vit ikki í Føroyum. Vit hava 98 ymisk mál – og ofta eru tað sera fá, ið tosa ymsu málini. Tí má tilgongdin verða nakað øðrvísi, greiddu David Im og Johan Jacobsen frá Útlendingastovuni og Siri Tórgarð frá Tórshavnar Kommunu frá, tá tey løgdu bóklingin fram í Mentamálaráðnum.
Tað er Útlendingastovan, sum í samstarvi við sjey kommunur, hevur gjørt bóklingin, ið er ætlaður sum ein hjálp og ein vegleiðing hjá føroyskum námsfrøðingum í arbeiðinum við fleirmæltum børnum. Aðrar kommunur vóru eisini bodnar við í arbeiðið, og Mentamálaráðið stuðlaði arbeiðinum úr teirri puljuni, sum í fjør var ætlað málmennandi tilfari til børn.
Í arbeiðsbólkinum hava í stóran mun verið námsfrøðingar, og kommunurnar hava sjálvar valt, hvør skuldi umboða tær í arbeiðinum.
Seinastu árini er talið av tilflytarum í Føroyum støðugt hækkað - og harvið er eisini talið av tví- ella fleirmæltum børnum økt. Men okkum vantar bæði royndir og tilmæli á økinum. Í framløguni fyri landsstýriskvinnuni varð dentur lagdur á, at hetta ikki er ein bóklingur, sum hevur øll svarini, men at hann er ætlaður sum íblástur og góð hugskot, tá um sambandið við fleirmæltar familjur ræður, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni.
- Vit vita, at fleiri dagstovnar sjálvir hava gjørt og útvegað sær tilfar. Men tað er heldur misjavnt, hvussu støðan er kring landið. Hetta er ein samlaður pakki, sum nú er tøkur til allar dagstovnar at nýta, tí tørvurin á slíkum tilfari er sum heild stórur, greiddu umboðini fyri arbeiðsbólkin frá.
Fremsta endamálið er at seta hol á ítøkiliga arbeiðið við fleirmæltum børnum og at byrja eitt orðaskifti um evnið.
Hanna Jensen, landsstýriskvinna, ið varðar av dagstovnaøkinum, fegnast um bóklingin.
- Ein av størstu avbjóðingunum í føroyska samfelagnum er at geva tilflytarum føroyska málið. Og tað er sjálvandi ein sera góð íløga at byrja við børnunum alt fyri eitt, sum tey byrja á stovni. Nú havi eg ikki nærlisið bóklingin, tí eg havi júst fingið hann, men tað er avgjørt ein góð byrjan at gera nakað heldur enn einki, og hetta tykist sum eitt gott savn við arbeiðshættum og hugskotum, segði Hanna Jensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald