Tað fer væntandi at taka fleiri dagar at telja atkvøðurnar eftir forsetavalið í Bolivia, sum var í gjár.
Fleiri enn sjey mió. fólk høvdu atkvøðurætt, og boðað varð frá longum bíðirøðum uttanfyri valstøðini.
Avgerð varð tikin um ikki at kunngera fyribilsúrslit, tí tað vóru júst fyribilsúrslitini, sum elvdu til skuldsetingar um valsvik og síðani ófriðin í landinum eftir seinasta val fyri einum ári síðani. Valið er síðani vorðið ógyldað.
Táverandi vinstravendi forsetin, Evo Morales, ið hevði verið forseti síðan 2006, vildi vera við, at hann hevði vunnið valið. Trýstið og ófriðurin noyddi hann tó at leggja frá sær og rýma av landinum.
Síðani tók høgravendi andstøðupolitikarin, Jeanine Áñez yvir sum virkandi forseti, til nýval kundi útskrivast. Valið skuldi upprunaliga vera í mai, men orsakað av korona varð tað útsett fleiri ferðir.
Evo Morales ynskti at stilla uppaftur, men valmyndugleikarnir noktaðu honum tað. Jeanine Áñez ætlaði upprunaliga at stilla upp til forsetavalið, men seinni tók hon seg úr valstríðnum.
Luis Arce, fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, stillaði upp fyri MAS, ið er flokkurin hjá Evo Morales, og mett verður, at líkindini hjá honum eru góð, skrivar Jyllands-Posten.
Carlos Mesa, sum var forseti í árunum 2003 – 2005, stillaði eisini upp.
Myndugleikarnir óttaðust, at valið aftur fór at elva til ófrið. Í fjør lótu í minsta lagi 30 fólk lív undir ófriðinum eftir valið, og tí var herurin eisini til staðar á fleiri valstøðum í La Paz, ein av størstu býunum í Bolivia.
Men sambært myndugleikunum gekk valið tó friðarliga fyri seg í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald