placeholder
Uttanlands

7000 flóttafólk er komin til Meksiko á veg til USA

Amerikanski forsetin ætlar at skerja ella heilt avtaka fíggjarliga hjálp til londini, nú tey ikki fingu steðga stóra bólkinum

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-10-23 08:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Donald Trump, forseti í USA, ætlar sær at skerja í ella heilt at avtaka fíggjarliga hjálp til fleiri miðamerikonsk lond, nú ein stórur flokkur á áleið 7000 flóttafólk eru komnir til Meksiko. Tað skrivar forsetin á Twitter.

Trump hevur fleiri ferðir roynt at forða tilflytarum at koma til USA, bæði við at eggja og við at hótta londini sunnanfyri markið.

- Guatemala, Honduras og El Salvador hava ikki megna uppgávuna at steðga fólki í at flýggja úr sínum egna landi og at koma ólógliga til USA. Vit fara nú at steðga ella skerja í tí ovurstóru útlendsku hjálpini, sum tey regluliga fáa, skrivar Donald Trump.

Boðini hjá Trump á Twitter koma eftir at ein stórur bólkur av flóttafólkum, sum meksikanska løgreglan steðga við markið millum Meksiko og Guatemala, fyrradagin komu inn í Meksiko, skrivar Danmarks Radio.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder