Innanlands

Bólkur fyri fólki við bipolar steðgaður

Pól Huus Sólstein og Grækaris Magnussen, sum báðir hava luttikið í bólkinum siga, at bólkurin hevur verið týdningarmikil

2019-04-09 19:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fyri nøkrum árum síðani varð ein sjálvhjálparbólkur fyri fólk við sálarsjúkuni bipolar settur á stovn á psykiatriska deplinum. Men nú er tann bólkurin fyribils niðurlagdur. Tað váttar Sanne Storm, sum tó sigur, at arbeitt verður við at finna eina loysn. Bólkurin hevur onki virksemi havt í áleið 2 mánaðir. 

Tað var Sanne Storm, sum tók stig til bólkin eftir prát við Grækaris Djurhuus Magnussen, sum sjálvur hevur sjúkuna bipolar

- Eg havi sjálvur gingið regluliga í bólkinum. Seinasta árið havi eg ikki verið har so nógv. Eg ætlaði mær at byrja aftur nú, men fekk at vita, at bólkurin er niðurlagdur, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum hevur luttikið í bólkinum frá byrjan av. 

- Eg gekk til musikkterapi hjá Sanne Storm, og tað var sera gott. Men eg tosaði ofta við hana um, at eg saknaði at kunna tosa við onnur, sum høvdu tað somu sjúkuna. Tað endaði faktiskt við, at hon og Suni Poulsen, sum tá var sálarfrøðingur á deplinum, tóku stig til sjálvhjálparbólkin, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen. 

[object Object]
Grækaris Djurhuus Magnussen (Mynd: Media.fo) 

Í sjálvhjálparbólkinum fyri fólki við hesi sjúkuni, fekk Grækaris saman við øðrum møguleikan at tosa við fólk, sum høvdu upplivað tað sama sum hann. 

- Tú kanst tosað opið um trupulleikan og fólk skilja teg. Tú kanst eisini tosa næstan undirornað við fólk, tí tey skilja alíkavæl, hvat tú meinar við, sigur Grækaris. Hann sigur at royndirnar við bólkinum vóru heilt góðar. 

- Tað hevur hjálpt nógvum av okkum heilt væl, haldi eg, sigur Grækaris, sum leggur afturat, at nógv fólk hava luttikið í bólkinum, hóast øll ikki møta líka regluliga. 

- Eg haldi kanska at vit hava verið út við 20 fólk, sum hava luttikið til samans, sigur Grækaris. Hann sigur seg eisini hava frætt, at talan er um tann fyrsta av slíkum slag í danska ríkinum. 

- Talan var um eitt veruligt frambrot. Tí er tað harmiligt, um bólkurin dettur niðurfyri, sigur Grækaris, sum tó hevur nógv gott at bera psykiatriska deplinum og starvsfólki har. 

- Tey gera eitt megnar arbeiði. Men politikkararnir hava ikki raðfest økið nóg væl, heldur Grækaris. 

- Sigur eitt sindur um raðfesting 
Ein annar, sum hevur luttikið í sjálvhjálparbólkinum fyri bipolar, er vinnulívsmaðurin Pól Huus Sólstein. Hann sigur, at bólkurin møttist einaferð um vikuna saman við einum sálarfrøðingi ella sálarlækna. 

[object Object]
Pól Huss Sólstein. (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

- Tú møtir tínum líkum og kann tosa við tey um nakað, sum tey skilja, sigur Pól Huus Sólstein. Hann heldur at støðan er tann, at starvsfólk á psykiatriska deplinum eru troytt, eftir at hava arbeitt nógv, meðan depilin hevur lítla fíggjarliga orku. 

Men hann vísir á, at tað ikki kann kosta nógv at hava ein sjálvhjálparbólk, tí talan er um at hittast tveir tímar um vikuna og at tvey starvsfólk samskipa tað. Hann sigur at bólkurin er góð hjálp, men at talan er um væntandi raðfesting, tá bólkurin verður niðurlagdur. 

- Tað snýr seg um rehabilitering. At fólk skulu kunna koma væl burturúr sálarsjúkuni, sigur Pól Huus Sólstein, sum vísur á, at hóast tú ikki kann grøðast fyri bipolar, kanst tú liva við sjúkuni, um tú fært tað røttu hjálpina. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder