Innanlands

Bólkurin fyri bipolar fer at byrja aftur

Tormóður Stórá sigur, at tey leita eftir einum viðgerða, sum skal taka sær av bólkinum

(Mynd: KVF.fo)

(Mynd: KVF.fo)

2019-04-11 06:28 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Vit hava verið fegin um at kunna bjóða hetta viðgerðartilboðið og ongar ætlanir hava verið um at steðga tí. 

Tað skrivar Tormóður Stórá, yvirlækni á Psykiatriska deplinum, í telduposti til Portalin. Hann sipar til sjálvhjálparbólkin, sum hevur verið virkin fyri sjúklingum við bipolariteti. Tað hevur verið steðgur í viðgerðartilboðnum í eina tíð, og í gjár tosaði Portalurin við tveir persónar, sum høvdu luttikið í bólkinum. Men Tormóður Stórá sigur, at bólkurin fer í gongd aftur. 

Les eisini: Bólkur fyri fólki við bipolar steðgaður 

- Tað er ikki tikin nøkur avgerð um at steðga hesum viðgartilboðnum. Reint praktisk hevur tað tó verið so, at annar av terapeutunum í bólkinum er farin í farloyvi, og vit hava ikki funnið nakran annan at traðka til júst hesa uppgávuna, greiðir hann frá og leggur afturat, at talan ikki er um nakra avgerð um at spara pengar ella tílíkt. 

- Tað er bara at finna ein terapeut, sum hevur møguleikan at arbeiða eitt kvøld um vikuna við júst hesum. Tað arbeiða vit framvegis við at finna eina loysn upp á, staðfestir yvirlæknin, sum greiðir frá, at ein tílíkur bólkur eigur at hava tveir viðgerðar knýttar at sær. 

Hevur verið steðgur í áður 
- Tað er sjálvandi keðiligt hjá teimum, sum vóru partar av viðgerðartilboðnum, at hetta ikki er í løtuni, men ikki heilt ókent, tí bólkurin fyrr hevur havt steðgir, sigur Tormóður Stórá. 

Tormóður Stórá sigur, at viðgerðartilboðið er eitt tilboð, sum hevur koyrt eftir prinsippinum um, at luttakarar yvir tíð koma og fara í bólkinum. Tað hevur við sær, at tá ein tíð er farin, so eru luttakararnir nakrir aðrir, enn teir, sum byrjaðu í bólkinum. 

- Viðgerðartilboð eru tó altíð dynamisk, soleiðis, at vit ikik altíð hava øll viðgerðar tilboð gangandi alla tíðina, sigur Tormóður Stórá, sum leggur afturat, at tey høvdu ynskt at júst hettar tilboðið altíð var tøkt. 

- Hetta er tó eitt av teimum, sum vit fegin vilja hava verð “on-going” alla tíðina. Tó so at bólkurin fleiri ferðir hevur hildið summerferiur yvir fleiri vikur, men altíð kemur “afturíaftur”, sigur Tormóður Stórá at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder