Uttanlands

Bolsonaro komin til Florida

Forsetavalevnið er flýddur úr Brasil eftir valósigurin sunnudagin.

(Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-28 15:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bolsonaro, der søndag tabte præsidentvalg til Lula, er onsdag eftermiddag dansk tid landet i Florida.

Høgrevendi brasilski senatorurin, Flávio Bolsonaro, er lendur í USA. Tað sást á sjónvarpsmyndir fyrr í dag, sambært altjóða tíðindastovunum.

AFP tíðindastovan skrivar, at hann er farin av flogfarinum saman við konu og døtrum sínum.

Sunnudagin tapti Bolsonaro forsetavalið í Brasil til sitandi forsetan, Luiz Inácio Lula da Silva. Bolsonaru viðurkendi ongantíð valúrslitið.

Fyrr í vikuni gav brasilski hægstirættur Bolsonaro boð um at handa løgregluni pass sítt innan fyri 24 tímar. Hetta hendi orsaka av einum máli, har hann er undir illgruna fyri mutur og hvítvask, skrivar Ritzau.

Men 45 ára gamli senatorurin vísir aftur, at hann hevur gjørt nakað galið.

Mánadagin segði Bolsonaro sjálvur, at hann hevði ætlað at lata pass sítt inn, eins og hann hevði fingið boð um, og segði eisini, at hann ongar ætlanir hevði um at flýggja úr landinum.

Seinni hevur hann so broytt meining, og í gjár frættist, at hann var á veg úr landinum í flogfari.

Eduardo Bosonaro, yngri bróður Flávios, býr eisini í USA.

Teir eru báðir synir hjá Jair Bolsonaro, fyrrverandi forseta í Brasil, sum nú situr fongslaður fyri kvettroynd móti Luiz Inácio Lula da Silva.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder