Hans Kristian A. Abrahamsen, festari á garðinum í Oyndarfirði, sum í drúgvum innslagi í Degi og Viku í síðstu viku varð lagt undir illgruna fyri djórapínslu, greiðir nú alment frá hví støðan er sum hon er á festinum, sum hann yvirtók fyri knøppum ári síðani.
Hans Kristian A. Abrahamsen greiðir frá, at tá hann yvirtók garðin í fjørsummar, var hann ikki greiður yvir, at seyðurin var í so ringum standi.
Í skrivi sent fjølmiðlunum í dag greiðir hann frá støðuni:
Les: Søgan um festið í Oyndarfirði
Her sigur bóndin, at alt bendir á, at seyðurin hevur gingið í órøkt í fleiri ár. Hann nevnir, at sambært fráfarandi festara hoyrdu 300 seyðir til festið, men talið av livandi seyði í haganum rakk ikki upp um 200.
Hann greiðir eisini frá, at tað ikki bar til at fáa allan seyðin í rætt, tá farið var á fjall eftir seyðinum.
”Seyðurin var sera ringur at reka, so hóast vit vóru fleiri ferðir á fjalli, so gekk nógvur seyður eftir í haganum. Seyðurin leyp á bæði menn og hundar, og fleiri ær høvdu nógvar pesjur og høvdu helst ikki verið í rætt í fleiri ár”.
Hans Kristian A. Abrahamsen greiðir frá, at onkur ærin hevði fýra pesjur og var ómarkað, eitt dømi um at hon ikki hevur verið klipt í fleiri ár.
Bóndin dugur ikki at siga, hvussu nógvur seyður gongur í haganum. Higartil hevur tað bert eydnast honum at seta spjaldur á 150 ær. Restina hevur hann ikki fingið fatur á, tí tær eru so styggar.
Hann skrivar eisini, at fyrsta ærin í haganum lembdi longu 2. apríl, hóast brundarnir ikki vórðu sleptir fyrr enn 23. november. Hetta er prógv um, at veðurlomb eisini ganga í haganum.
Av tí at tað ikki ber til at fáa fatur á stygga varginum, hevur bóndin nú ognað sær riflu og rifluloyvi og tikið rifluskeið við teirri ætlan at skjóta vargaseðin. ” Men hetta dróg út, og tað ber ikki til at skjóta ær, tá ið lembingin nærkast. Tí má bíðast við hesum til í heyst.”
Hans Kristian A. Abrahamsen finst eisini at Kringvarpi Føroya fyri ikki at hava givið fullu myndina av støðuni í sambandi við viðgerðina í Degi og Viku í farnu viku.
Hann skrivar soleiðis:
”Sæð í bakspeglinum, so kundi eg tikið deyðseyðin upp, sum lá í haganum og á bønum, tí tað sær ikki pent út, at seyður liggur soleiðis. Men grundin til at eg lat deyðseyðin liggja var, at nógvur ravnur er í Oyndarfirði, og eg havi sæð ravn leggjast á veikan seyð og nýlembd lomb. Tí helt eg tað vera betri at ravnurin slapp at eta deyðan seyð, heldur enn at seta á tann livandi.
Men onkur valdi at klaga um hetta. Klagað var ikki til Búnaðarstovuna ella politiið, men til Kringvarp Føroya. Tað var fjølmiðlasøgan sum var endamálið. Sjúka ærin á upptøkuni hevur ikki verið á bønum í langa tíð, so helst er hon eisini rikin oman úr haganum, til æru fyri myndamannin. Hon er nú avlívað.
Hetta var mín frágreiðing um søguna, sum vónandi gevur eina betri heildarmynd enn sjónvarpssøgan í síðstu viku. Viðurskiftini á festinum skulu nokk koma í rættlag, men tað tekur tíð.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald