Uttanlands

Týskland: Auktiónshús fyri atfinningum - Holocaust-uppboðssøla avlýst

M.a. jødastjørnur og pass hjá jødum, sum rýmdu undir seinna heimsbardaga skuldu undir hamaran í dag

Millum lutirnir, sum skuldu undir hamaran var eitt bræv frá einum fanga í Auschwitz-fangaleguni (Savnsmynd)

Millum lutirnir, sum skuldu undir hamaran var eitt bræv frá einum fanga í Auschwitz-fangaleguni (Savnsmynd)

2025-11-17 09:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt auktiónshús í Vesturtýsklandi hevur verið fyri hørðum atfinningum orsakað av einari uppboðssølu við Holocaust-lutum, sum eftir ætlan skuldi verða í týska býnum Neuss í dag.

Sunnudagin vórðu lutirnir tiknir av heimasíðuni hjá Felzmann-auktionshúsinum, og leiðarin í húsinum váttar, at uppboðssølan er avlýst.

Bæði Altjóða Auschwitznevnin (IAC) og týski uttanríkismálaráðharrin, Johann Wadephul hava funnist hvassliga at ætlaðu uppboðssøluni.

– Slíkt kann heilt einfalt ikki góðtakast, og tað má vera greitt, at vit hava eina etiska skyldu yvirfyri ofrunum at forða fyri slíkum, segði Wadephul m.a. sambært Ritzau.

Pólski uttanríkismálaráðharrin, Radoslaw Sikorski hevur á sosiala miðlinum X takkað týska starvsbróðir sínum fyri, at uppboðssølan er avlýst.

Yvir 600 lutir skuldu eftir ætlan undir hamaran í dag.

Millum lutirnir vóru samleikaskjøl og pass hjá jødum, sum megnaðu at flýggja til Kili og Argentina undir seinna heimsbardaga. Jødastjørnur úr fangaleguni Buchenwald og eitt bræv frá einum fanga í Auschwitz-fangaleguni vóru eisini millum lutirnir.

Fleiri milliónir jødar vórðu dripnir undir Holocaust.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder