Innanlands

Borgarafundur í Vágum mikukvøldið

Vága kommuna hevur orðað eina visjón fyri tey komandi tíggju árini, sum nú skal leggjast fyri borgararnar

2023-02-20 10:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mikukvøldið skipar Vága kommuna fyri borgarafundi í fimleikahøllini á Giljanesi har Visjón 2032 verður løgd alment fram.

Við Visjón 2032 ynskir býráðið í Vága kommunu, at borgarar, vinnulív og starvsfólk fáa eina greiða mynd av tí framtíð, sum arbeitt verður fram ímóti. Hetta er ein felags kós at halda okkum til, bæði í gerandisdegnum og í sambandi við langtíðar raðfestingar.

Vága kommuna skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

- Okkara kommuna gerst ríkari, tá verandi borgarar trívast og nýggir borgarar velja at flyta higar. Kappingin um nýggjar borgarar er hørð við aðrar kommunur. Men tá vit sjálvi kenna okkara ferðamál, kunnu vit av álvara bjóða øðrum við á túrin komandi árini. Vit í Vága kommunu ynskja at taka okkum væl av nýggjum borgarum, so tey kenna seg vælkomnan og fáa holla kunning um viðurskiftini her vesturi. Tí er ein greið visjón eisini avgerandi í okkara samskifti úteftir.

Borgarar og vinnulív tikin við uppá ráð

Í fyrireikandi arbeiðinum hava fólk hjá kommununi tosað við áhugabólkar, umsiting, vinnu og feløg. Á tann hátt eru væntanir og tørvur hjá ymiskum bólkum kortlagdir. Hetta hevur givið kommununi eitt innlit í hvat borgarin, feløg og virkir vóna fer at henda komandi árini.

Við støði í hesum áhugamálum og væntanum hevur býráðið og umsitingin umrøtt, bjóða av og skapt eina mynd av eini samlaðari visjón fyri Vága kommunu til 2032. Visjónin lýsir eina kommunu, sum við støðufesti í staðbundnum jørðildi, hevur sett sær fyri at menna kommununa til tey krøv, ið vaksandi ættarliðið setur til trivnað og umstøður.

Tíðin er nú komin til at leggja visjónina fram fyri øllum borgarunum í kommununi.

Borgarafundurin verður mikukvøldið 22. februar kl. 18. Fundurin verður í fimleikarahøllini á Giljanesi. Eftir fundin, verður visjónin løgd talgild á heimasíðuna hjá kommununi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder