Innanlands

Borgarafundur skal verða um útbyggingina hjá Varðanum

Har fer Varðin Pelagic at greiða frá um ætlanirnar viðvíkjandi nýggju protein- og lýsiverksmiðju á havnalagnum á Tvøroyri. Áhoyrarar í SALT 24. januar fáa eisini høvi at seta spurningar

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2023-01-05 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Beint fyri nýggjár kunngjørdu Varðin Pelagic og Tvøroyarar kommuna, at ætlanir eru um at 

- Ein av fyritreytunum fyri víðarimenning – og fyri at verða kappingarførur – er ein protein- og lýsiverksmiðja. Í framleiðsluni í dag fer ein partur til protein og lýsi. Í staðin fyri at flyta hendan part yvir Suðuroyarfjørð, hevur Varðin Pelagic í longri tíð arbeitt við einari verkætlan, har ætlanin er at framleiða restrávøruna á Tvøroyri

Soleiðis varð skrivað 30. desember, og ætlanin skal millum annað skapa fleiri størv og meira støðugt arbeiði.

Les eisini: Varðin Pelagic vil byggja út

Tað eru tó ikki øll, ið eru heilt glað fyri nýggju verkætlanina, ið skal fremjast mitt á Tvøroyri.

Nú fáa borgarar í Tvøroyrar kommunu møguleika fyri at hoyra nærri um ætlanirnir hjá Varðanum, og eisini høvi at seta spurningar til umboð fyri fyritøkuna, ið æltar at fremja stóru ætlanina. Tvøroyrar kommuna skrivar soleiðis um borgarafungin, ið hildin í SALT týskvøldið 24. januar.

- Fundurin verður hildin í samband við ætlanina hjá P/F Varðin Pelagic at byggja Protein & Lýsiverksmiðju á Tvøroyri. Ætlanin við fundinum er at geva P/F Varðin Pelagic høvi at greiða frá ætlanini, so borgararnir fáa innlit í málið og fáa møguleika at seta spurningar.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, fer at siga nøkur orð. P/F Varðin Pelagic fer síðani at greiða frá um ætlanirnar og gongdina í málinum, og til endans verður møguleiki at seta spurningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder