Innanlands

Borgarafundur um ferðavinnuætlan í Nes kommunu

12. janaur bjóðar Nes kommuna øllum borgarum í kommuni at siga sína hugsan um eitt nýtt uppskot til ferðavinnuætlan, sum kommunan hevur latið gjørt

Borgarafundurin verður í Undirhúsinum á Toftum (Mynd: Nes kommuna)

Borgarafundurin verður í Undirhúsinum á Toftum (Mynd: Nes kommuna)

2026-01-06 18:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nes kommuna hevur latið gjørt eitt uppskot til ferðavinnuætlan, og mánadagin í komandi 12. januar verður tað lagt fram á borgarafundi.

Borgarafundurin verður í nýggja Undirhúsinum á Toftum mánakvøldið 12. janaur klokkan 19.30.

Tað er umráðandi, at allir borgarar í Nes kommunu hava høvi at gera viðmerkingar og sína ávirkan galdandi, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Skráin fyri fundin er soljóðandi:

  • Ferðavinnubólkurin í Nes kommunu leggur fram uppskot til ferðavinnuætlan
  • Høvi verður at seta spurningar og gera viðmerkingar
  • Kaffi og prát
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder