2023-01-25 15:11
Í løtuni er arbeiði við at gera eina ítøkiliga ætlan um eina miðbýarkjarnu í høvuðsstaðnum komin væl áleiðis.
Henning Larsen / Osbjørn Jacobsen arkitektar fingu hetta arbeiðið, tá kommunan beyð tað út í fjør. Sáttmáli varð gjørdur í september og nú verður skitsuuppskotið lagt fram fyri almenningin, skrivar torshavn.fo.
Hetta verður gjørt á borgarafundi á Finsen í kvøld. Tað er Osbjørn Jacobsen, ið fer at leggja fram skitsuuppskotið “Urtagarðsbýurin – ein livandi, fjølbroyttur og grønur býur”.
Fundurin í Finsen byrjar klokkan 19.
Mynd: torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald