Vegleiðandi fólkaatkvøða um samanlegging millum Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu verður 15. juni. Tá skulu borgararnir í Tvøroyrar kommunu og Hvalviar kommunu taka støðu til, hvørt man vil hoyra saman ella ikki.
Sí eisini: Atkvøða um samanlegging 15. juni
Øll tey, sum eru 18 ár ella eldri og eru skrásett í kommununum, hava valrætt.
Hetta málið hevur verið rímiliga nógv frammi seinastu tíðina, og í næstu viku verður møguleiki hjá borgarum at kunna seg nærri um tað.
Tvøroyrar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at borgarafundur verður í SALT á Drelnesi mánadagin 3. juni.
Fundurin byrjar klokkan 20.
Møguleiki verður at seta spurningar, og llir borgarar í Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu eru vælkomnir. Kaffi og okkurt afturvið verður at fáa.
Dagin eftir, týsdagin 4. juni, verður borgarafundur í Roynhøllini. Hetta við sama endamálið og somu skrá. Tiltakið í Hvalba byrjar eisini klokkan 20.
Roynhøllin - verður karmur um borgarafundin um eina viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald