Innanlands

Borgarar vælkomnir at fáa sær træspónir

Vágs kommuna keypti í fjør ein træspónara / flismaskinu

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-07-23 19:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vágs kommuna keypti í fjør ein træspónara / flismaskinu. Træspónarin verður nógv brúktur og nøktar tørvin á træspónum, sum kommunan brúkar á grønu økjunum.

Seinastu dagarnir hava starvsfólk hjá kommununi spóna trø og runnar, sum eru savnaðir saman við Tormansá (har greinar og runnar skulu leggjast). Træspónir eru í posum og eru borgarar í Vágs kommunu vælkomnir at fáa sær træspónir, skrivar kommunan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder