Innanlands

Eftir fólkaatkvøðu: Bygdin skal eita Skálafjørður

Ein greiður meiriluti í bygdini ynskir, at hon skal nevnast Skálafjørður

2019-03-12 20:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skálabotnur ella Skálafjørður. Borgarar í bygdini hava í dag havt møguleika at atkvøtt fyri hvussu bygdin skal eita. Í kvøld varð talt upp, og støðan er greið.

Ein stórur meiriluti ynskir, at bygdin skal eita Skálafjørður. 48 atkvøður (65 prosent) vóru fyri Skálafirði, meðan 26 (35 prosent) vóru fyri Skálabotni.

Valluttøkan var høg, tí heili 74 av 83 borgarum vóru á vali. Tað merkir at valuttøkan var 89 prosent.

Hetta er ein vegleiðandi fólkaatkvøða, og myndugleikarnir skulu nú avgera hvat navnið á bygdini skal vera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder