Innanlands

Borgararnir skulu brúka nýggjar skipanir í samband við burturkast

Vágs kommuna hevur sett nýggjar skiparnir í gildi í samband við burturbeining av runnum, grasi og mold

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-06-04 12:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Vágs kommuna boðar frá, at borgarar í kommununi nú skulu brúka nýggjar skipanir í samband við burturbeining av runnum, grasi og mold.

Húsarhald sum skulu burturbeina runnar úr urtagarðinum og gras frá grasplenuni, og borgarar sum skulu koyra burtur mold frá t.d. útgrevstri, skulu nú brúka hesar skipanir:

Runnar frá urtagarðum skulu koyrast yvir til økið við Tormansá, har kommunan hevur uppsamling av runnum og trøum, sum verða gjørdir til træspónir. 

Tá umræður gras frá grasplenuni og mold frá t.d. útgrevstri, so hevur Vágs kommuna gjørt avtalu við Porkeris kommunu um at brúka moldgoymsluna við Porkeris háls (norðanfyri hálsin).

Legg til merkis, at gras frá súrhoyggja brunnum skal burturbeinast umvegis skipanina hjá IRF í Trøllavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder