Innanlands

Borgarin í Klaksvík hevur talað

Áleið 800 fólk luttóku í borgarakanningini, sum Klaksvíkar kommuna lat gera í januar, og úrslitini verða løg fram alment í gomlu miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 19. apríl

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2023-04-15 16:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Áleið 800 fólk luttóku í borgarakanningini, sum Klaksvíkar kommuna lat gera í januar. Úrslitini eru nú klár og í hesum sambandi verður almenn framløga í gomlu miðhøllini á Skúlatrøð mikukvøldið 19. apríl kl. 20.00.

Í kanningini var spurt til trivnað í kommununi og um hvat borgarar halda um tænasturnar, sum kommunan veitir. Líknandi kanningar hava verið gjørdar áður, men ongantíð ein so umfatandi, sum hendan.

Karl Johansen, borgarstjóri, fegnast um, at undirtøkan fyri kanningin hevur verið so góð.

- At lata borgararnar koma til orðanna gevur okkum fyrst og fremst innlit í, hvat borgarar halda um tænasturnar, sum kommunan veitir, men kanningin hevur eisini givið okkum eina meira yvirskipaða mynd av trivnaðinum í kommununi.

- Tey, sum hava svarað, hava gjørt sær ómak og eru eisini komin við hugskotum til batar. Tað fegnast vit sjálvsagt um, tí hetta er týdningarmikil vitan, sum avgjørt er viðkomandi fyri arbeiðið hjá býráðnum og fyrisitingini, sigur Karl Johansen.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder