Virkið vár er afturvendandi tiltak í Klaksvíkar kommunu, har skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, ið eggja borgarum til millum annað at røra seg og uppliva ymiskt í kommununi.
Í gjár, mánadagin 1. mai, var fyrsta tiltakið á skránni, og var tað borgarstjórin sjálvur, ið var ferðaleiðari á longri túri.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/05/02/890x590/1683042014peuetwjlx3.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/05/02/890x590/1683042016920hj1ux13.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/05/02/890x590/1683042025aqffbbpuqg.jpg)
Myndir: klaksvik.fo
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari. Har verður greitt frá, at nøkur 40 væluppløgd fólk gingu túrin til Bjargamansdal, ið liggur sunnarlaga á Borðoynni. Túrurin tók áleið 4 tímar.
- Á túrinum, og tá ið komi var fram til húsini í Bjargamansdali, greiddi Karl frá áhugaverdum siðvenjum og søgum, sum eru knýttar at leiðini og ikki minst húsinum, sum vórðu endurreist í 2020, aftaná ein eldsbruna í 2018. Rani Nolsøe hevði gittara við og spældi hann bæði egin løg og undir til tríggjar felagssangir. Sigast má, at løtan varð serstøk, tá fólk sungu sangirnar: Tað er vakurt í Klaksvík á sumri, Sóljugentan og Heimstaðið.
Virkið Vár er í gongd alla vikuna í Klaksvík - sí skránna her.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/05/02/890x590/1683042019psci0s2jdc.jpg)
Alt ferðalagið við endurreista húsið - Rani Nolsøe við gittara (Myndir: klaksvik.fo)![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2023/05/02/890x590/1683042022dnlta5i7yh.jpg)
Fleiri myndir frá túrinum á klaksvík.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald