Bakkafrost fer nú at byggja nýggja smoltstøð í Ónavík í Lopra. Borgarstjórin í Vágs kommunu fegnast um ætlaðu byggingina, sum er størsta einstaka íløgan í Vágs kommunu nakrantíð.
- Vit hava brúkt ómetaliga nógva orku uppá hesa sera spennandi verkætlan og eru vit sera sera fegin um at smoltstøðin verður bygd í Vágs kommunu. -Ongin ivi er um, at ein íløga á 350 mió. kr. fer at føra við sær stórar ringvirkningar í nærumhvørvinum; eins og økt virksemi fer at verða, tá framleiðslan byrjar á smoltstøðini, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, við heimasíðuna hjá Vágs kommunu.
Smoltstøðin kemur at liggja við Ónavíkstanga og norðureftir. Smoltstøðin verður umleið 10.000 fermetrar til støddar, og fer at nøkta tørvin til umleið 3 mió. smolt um árið, skrivar Vágs kommuna.
Les eisini: Bakkafrost byggir smoltstøð í Lopra
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald