Innanlands

Borgarstjórin í Vága kommunu stillar upp til komandi valini

Eyðdis Hartmann Niclasen verður at finna á listanum hjá Sambandsflokkinum

2019-05-21 11:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, stillar upp til fólkatingsvalið og løgtingsvalið. Tað varð kunngjørt á tíðindafundi hjá Sambandsflokkinum í morgun.

Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið borgarstjóri í Vága kommunu síðani januar 2017. Hon stillaði upp til kommunuvalið í 2016 og fekk 55 atkvøður.

Við jn.fo sigur borgarstjórin, at hon er eitt “barn” av ríkisfelagsskapinum og tí hevur hon valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin.

Sambandsflokkurin legði sína valskrá fram, og kunngjørdi valevnini til fólkatingsvalið í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder