2019-06-25 13:03
Ingrid Petersen verður frá 1. august at rokna nýggjur borgarstjóri í Hvannasunds kommunu. Irdi Jacobsen, sum hevur verið borgarstjóri hetta valskeðið, hevur fingið annað starv, og bað tí um at vera loyst úr starvi.
Hon hevur fingið starv sum fíggjarleiðari hjá Faroe Origin í Runavík, og byrjar har um hálvan august.
Eisini hevur Irdi Jacobsen boðað Miðflokkinum frá, at hon ikki stillar upp til løgtingsvalið í heyst.
Irdi Jacobsen verður sitandi í bygdaráðnum sum vanligur bygdaráðslimur. Vð sínum 67 atkvøðum fekk hon flestar atkvøður av teimum, sum sita í bygdaráðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald