Innanlands

Boriliðið er farið í jólafrí

43 metrar eru sprongdir hesa vikuna

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

2018-12-20 19:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú eru boriliðini farin í jólafrí. Hesa vikuna teir sprongt 43 metrar. Nú eru sprongdir 8.875 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum. Byrja verður at bora aftur eftir nýggjár.

Í vikuni vórðu 27 metrar sprongdir á Hvítanesi, og í alt eru nú sprongdir 4.262 metrar frá Streymoyarlandinum.

Einki varð sprong av sjálvum tunlinum frá rundkoyringini og móti Hvítanesi hesa vikuna. Sprongt hevur verið fyri einum pumpubrunni.

Hesa vikuna vóru sprongdir 16 metrar frá rundkoyringini og móti Rókini. Har eru í alt sprongdir 1.434 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder